Jump to content
íslenska

Loyndarmálið hjá pápa

Loyndarmálið hjá pápa
Author
Þórarinn Leifsson
Publisher
Bókadeild Föroya Lærarafelags
Place
Tórshavn
Year
2011
Category
Faeroese translations


Leyndarmálið hans pabba (Daddy's Secret), translated to Faeroese by Þóra Þóroddsdóttir.



Illustrated by the author.



About the book:



Hygg framan á permuna. Heta er pápi. Hesin við skegginum. Hann sjálvur við hattinum, tað er rannsóknarløgreglumaðurin, Nikotinnjálur. Hann er eftir okkum, tí pápi hevur eitt loyndarmál - eitt loyndarmál, sum vit bæði, Siri og eg, ikki mugu gretta orð um. Og eitt kan eg siga tær! Tað er verri en loyndarmálið hjá flest øðrum húskjum. - so nógvar ferðir verri! At enda kundu vit ikki halda okum longur, og tað er tað, henda bókin er um. Hon er sjálfandi rættiliga spennandi, men hon er eisini stuttlig og líkist ikki nøkrum, tú higartil hevur lisið. Lat bókina upp og les hana - ger tað!



P.s. Eg er tann vid húgvuni á høvdinum - og tú kanst ikki hugsa tær ein meira vanligan tólv ára gamlan drong.



From the book:



At eta menniskju er ikki svo óvanligt, sum fólk heldur. Í miðlunum verður í heilum greitt frá fólki, sum eta hvørt annað. Fyri stuttum las eg ein  tíðindastubba um tveir skrivstovumenn, sum møttust í einum húsum langt inni í einum fjarskotnum skógi at eta hvønn annan. Teir vóru so keddir av lívinum, at teir vistu sær ongi frægari ráð at stuttleika sær.



Fyri nøkrum árum síðan hevði pápi pylsuvogn niðri í miðbýnum eitt heilt summar, og tað var hvørki avlopskjøt ella lærkrikar av rottum í teimum pylsunum, sum tað annars plagar at vera.



Hetta summarið fylti býurin trý hundrað ár, og hotellini og gistingarhúsini vóru á tremur av fólki, sum kom av longum leiðum at hátíðarhalda hesa stórhending. Tað hendi seg meira enn so, at ferðafólk hvurvu mitt í rokanini, men eingin gav hesum gætur. Løgreglan hevði nógv um at vera, tí har vóru bæði lummatjóvar, hon skuldi fanga, og rokaligar fyllibyttur, ið skuldu sissast. Sostatt gjørdi hon ikki nógv burturúr, tá ið boðað varð frá, at fólk vórðu burtur. Njálur Nivlheim rannsóknarløgreglumaður skrifaði í stuttari frágreiðing: „... vit eru snøgt sagt komin til ta niðurstøðu, at hesi fólkini eru farin heim til sín sjálvs, og har eru eingi spor at ganga eftir ...



Nikotinnjálur hevði tó ikki greiðu í sínum máli.



Veruleikinn var tann, at pápi fangaði ferðafólkini á miðjari nátt á veg heim úr dansinum og hugnaði sær við at gera pylsur av teimum í einum øgiliga stórum miksara niðri í kjallaranum. Pylsurnar vóru væl umtóktar, og hann breggjaði sær av, at býurinn uddi í mannaáturum. – Tey vita bara ikki av tí, segði hann.



(45-47)


More from this author

Götumálarinn (The Sidewalk Artist)

Read more

Fars store hemmelighed

Read more

Papas Geheimnis

Read more

Bedstemor Huldas bibliotek

Read more

Allt getur gerst (Everything Can Happen)

Read more

Bókasafn ömmu Huldar (Grandmother's Library)

Read more

Algjört frelsi (Total Freedom)

Read more

Leyndarmálið hans pabba (Father's Big Secret)

Read more

Iskän salaisuus

Read more