Har sum djevlaoyggin dagar

Publisher: 
Place: 
Kollafjörður
Year: 
1991

The novel Þar sem djöflaeyjan rís (Devil's Island), translated to Feroese by Carl Jóhan Jensen.


From the back cover:


Tá ið seinni heimsbardagi endaði, stóðu barakkarnir efftir, sum hermennirnir høvdu húsast í bardagaárini. Stórt íbúðartrot var í Reykjavík um hetta mundið, fólk fylktust í stórum tali til høvuðsstaðinn at leita sær efftir arbeiði, meðan hersetningin stóð við, og eingin, ið húsvillur var, lat sær tískil siga tvær ferðir, tá ið barakkirnar gjørdust tøkar, men fluttu inn við brestin. Tað var skjótt at barakkbýlingarnir fingu ringt orð á seg, ella við øðrum orðum, teir gjørdust samlíkir ringastu lortabølum í fremmandum stórbýum. Í hesum umhvørvinum savnast frásøgnin í bókini.


From Har sum djevlaoyggin dagar:


Fyrstu jólini í Gomlu húsunum kendi familjan sær ikki afturhald. Higartil høvdu jólini í mesta lagi verið stearinljós, kortspæl og ein biti av súrgaðum aftur við nátturðanum onkustaðni í eini jarðskotnari kroysu ella onkrum slagandi bøli; soleiðis hevði tað verið alt nakar mintist, øld eftir øld í meira enn túsund ár, frá tí at tann fyrsti landámsmaðurin rak av leið og neyðlendi á hesi oyggj. Sjálvt ættarmóðirin í húsinum, Karolina spákonan, mátti takka teimum ráðagerðum hon royndi og prutti við hægri vøld, ið umboðaðu ymisk stig av veraldarskapi, at hon ikki var útdeyð ella varð jarðløgd av hungri ein av hesum feigðarvetrunum, sum Harrin unti hesum landi. Nei, at jólini áttu at vera ein fagnaðarhátíð fyri alt, ið lívið gav oss, tað mátti vera skemt, helt spákonan. Hahahaha! Og so var tað Tummas, sum skuldi vera innløgan í húsinum: Hann hefði tað javnan fyri at deta útí á jólum. Tað hoyrdi upp í flakkaralívið ungdómsárini og tað at balast á teimum sjey heimshøvunum og so eisini hetta, at á jólum ger einsemiskenslan mest vart við seg hjá monnum, ið ongan góðan eiga uttan kanska aðrar frændleysar menn, sum reiðaríið hevur givið kjans við sama skipi. Og øll hesi árini, síðani hann legðist uppi, og Lina gavst at mala um gøturnar í høvuðsstaðnum, og tey giftust, høvdu jólini hálvavegna verið til ampa, tí bæði vóru tey stoltari enn gott var; annaðhvørt alt ella einki; og ongantíð áttu tey nakað inni í hesi skýmligu kroysuni uttan barnarúgvuna, men ikki so frægt at tey áttu hana alla sjálvi heldur, børnini vóru arvur hjá Linu eftir systrina, sum ikki hevði verið so kring í ráðagerðum og pruttan við hægri vøld og tískil segði táradalinum og hesum faðirleysu óvitunum farvæl. Bert eitt av børnunum átti Lina sjálv og tað var Gógó og hon varð fødd langt áðurenn Tummas kom upp í leikin.


(7-8)